Mentan

Tónleikur og undirhald fer at gera Royal Run heilt serstakt

Tey 3.700, sum hava teknað seg til Royal Run í Klaksvík, kunnu gleða seg til tónleik og undirhald á 13 støðum á rutuni

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-30 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrireikingarnar eru í hæddini, nú 1. juni av álvara nærkast. Luttøkan til Royal Run í Klaksvík er stór: 3.700 hava teknað seg, og er hetta størsta heilsutiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Royal Run sermerkir seg eisini á tann hátt, at á fleiri enn 13 støðum á rutuni verður skipað fyri undirhaldi og tónleiki.

Tey tilmeldaðu kunnu saman við áskoðarum rokna við einari uppliving, ið seint verður gloymd.

Fyri at gera hetta møguligt, er samstarv fingið í lag við fyritøkur og handlar fyri at geva luttakarum og áskoðarum eina heilt serliga uppliving, har fleiri dugnaligir tónleikarar luttaka. Harumframt luttaka Klaksvíkar Dansifelag, Klaksvíkar hornorkestur og navnframi BuBu, sum saman við familjuni hjá Trøllapæturi fer at seta lív í.

Eisini eru fyritøkur í býnum, sum sjálvar hava valt at gera okkurt burturúr. Eitt nú fer Blikksmiðjan at hava 40 íðkarar uttanfyri, har tey vísa síni kynstur í Taekwondo. Bjóðað verður eisini kakao, kaffi og vaflur til tey, sum koma framvið. Føroya Bjór og Skós hava eisini boðað frá, at tey fara at bjóða áskoðarum okkurt leskandi, meðan stuðlað verður teimum, sum renna ella ganga.

Til ber at kunna seg um undirhaldsstøð á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. SONA appin og heimasíðan royalrun.dk leinkja eisini til alla viðkomandi kunning í sambandi við Royal Run. Har verður eisini kunnað um skránna, ferðslu, parkeringsmøguleikar og tíðir, har startnummur og blusir kunnu heintast. 

[object Object]Mynd: Royalrun.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder