Uttanlands

Tony Blair: Tíðin við vesturlendskum yvirræði um at vera farin

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin vísir á gerðirnar hjá Russlandi í Ukraina og framgongdina hjá Kina

Tony Blair varð forsætisráðharri í Stórabretlandi í tíðarskeiðnum 1997 – 2007 (Savnsmynd)

Tony Blair varð forsætisráðharri í Stórabretlandi í tíðarskeiðnum 1997 – 2007 (Savnsmynd)

2022-07-17 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair ávarar um, at tíðin við vesturlendskum politiskum og búskaparligum yvirræði er um at vera farin.

Blair vísir m.a. á tað, sum Russland ger í Ukraina, og framgongdina hjá Kina, sum dømi um heimsins "seinna stórveldi".

Sambært Sky News sigur hann, at vesturheimurin eigur at brúka meira pengar uppá verju fyri at varðveita hernaðarliga yvirræðið, meðan hann eisini knýtir bond við menningarlond.

Russiska innrásin í Ukraina er eisini eitt greitt tekin um, at tað ikki er nøkur sjálvfylgja, at stórveldi fylgja altjóða normum, sigur hann.

– Orsakað av gerðunum hjá Putin, kunnu vit ikki líta á, at kinesiska leiðslan fer at bera seg skynsamt at. Misskiljið meg ikki. Eg sigi ikki, at Kina við valdi fer at royna at taka Taivan í nærmastu framtíð, men vit kunnu ikki leggja okkara politik útfrá, at tey við vissu ikki fara at gera tað, sigur Tony Blair.

Fyrrverandi forsætisráðharrin leggur afturat, at tað verður Kina og ikki Russland, sum verður orsøkin til størstu geopolitiska broytingin í hesari øldini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder