Innanlands

“Tor at seta orð á” við Blákrossheiminum - enn eina ferð

Lýsingarátakið hjá Blákrossheiminum verður aftur at síggja í mai mánað

Í mai verður átakið hjá Blákrossheiminum aftur at síggja (Savnsmynd)

Í mai verður átakið hjá Blákrossheiminum aftur at síggja (Savnsmynd)

2022-05-02 11:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í september í fjør sjósetti Blákrossheimið við slagorðunum, “Tor at seta orð á”, eitt lýsingarátak, hvørs endamál var at leggja lunnar undir eitt meira opið og erligt orðaskifti um rústrupulleikar. Sama átak verður nú í mai mánað varpað út enn eina ferð.

– Vit vilja økja um almennu tilvitskuna um rús, tók Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, í september samanum lýsingarátakið.

– Heilt ítøkiliga vilja vit seta fokus á tabuið, sum ofta forðar opnum orðaskifti um rús. Tað er nógv skomm knýtt at rústrupulleikum og eingin ynskir at verða dømdur. Tað er tað, sum ger tað so torført at tosa um.

Miðdepilin í átakinum, “Tor at seta orð á”, vóru tveir filmar, sum lýsur hvussu avbjóðandi tað kann kennast fyri eitt menniskja við rústrupulleikum, umsíðir at seta orð á sannleikan. Raclip hevur framleitt filmarnar.

Í sambandi við lýsingarátakið, varð heimasíðan www.setorðá.fo eisini gjørd. Á heimasíðuni er ein rúsroynd, har fólk kunnu svara spurningum og fáa at vita, hvørt teirra rúsnýtsla er skaðilig ella ikki. Í sambandi við sjósetingina í september 2021, varð rúsroyndin tikin av fleiri enn 8.000 fólkum.

Lýsingarátakið, “Tor at seta orð á”, verður at síggja á sosialum miðlum og portalunum allan mai mánaða.

Meira fæst at vita um átakið á www.setorda.fo, og tey, ið hava tørv á viðgerð fyri rústrupulleika kunnu vitja www.blakrossheimid.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder