Innanlands

Toran sló niður í elmastur á Toftum

Havnarlagið á Toftum liggur í stóran mun í streymloysi í kvøld

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2021-12-15 22:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnalagið á Toftum liggur í stóran mun í streymloysi í kvøld. Orsøkin er, at klokkan hálvgun fimm seinnapartin sló toran niður í eina elmastur við bygningin hjá Bakkafrost.

Nes kommuna skrivar á heimasíðuni, at skaðin er rættiliga umfatandi og hevur ta avleiðing, at stórur partur av havnalagnum liggur í myrkri. 

Vitin á grótverjuni er eisin óvirkin. Arbeitt hevur verið við at fáa rættað brekið í kvøld. Arbeiðið heldur fram í morgin. Í løtuni ber ikki til at siga, nær ljósini og vitin verða virkin aftur, sigur Nes kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder