2021-11-09 08:36

Nógv fólk stukku upp úr svøvni av ógvusligum torusláttri í nátt. Møguliga var tað snarljósið, sum í nátt rakti hesa mylluna á Eystnesi.
Á Sev hava tey enn ikki veri úti og hugt at mylluni, og vita tí ikki hvussu umfatandi, skaðin er, sigur Jón Nielsen, deildarleiðari við Portalin.
Myllan, sum er rakt er tann norðasta myllan, og harvið tann elsta myllan, sum stendur á Eystnesi, upplýsir hann.
Annars eru tað nógv fólk, serliga úr Suðurstreymi, sum hava ringt til Sev í morgun, tí rele’ið í málaraskápinum er farið, upplýsir Jón Nielsen.
(Mynd: Sámal Jákup Gøte)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald