
Ikki fyrr enn út á seinnapartin feigdardagin, 26. september 1970, ringdi telefonin heima í Lítlubrekku í Klaksvík, og ein kona segði: “Torbjørn Hjelm letur heilsa”, og lítið meira enn tað, helst eisini, at hann hevði tað gott.
Tað gekk long tíð frá tíð at tíðindini bórust um middagsleitið um at eitt flogfar hjá Icelandair var dottið niður í Mykinesi fyri 51 árum síðani, tíl boðini komu til tey avvarðandi hjá ferðafólkunum umborð.
Torbjørn Hjelm í Klaksvík var ein teirra, sum kom fyrst heim í bygdina í Mykinesi fyri at boða frá, hvat var hent.
Í Blaðnum Vikuskifti fortelur sonur hansara, Piddi, um henda dagin, sum ongantíð fer úr minninum hjá systkinunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald