Innanlands

Torbjørn Jacobsen eisini formaður fyri Roðan næstu fýra árini

Borgarstjórin hinumegin fjørð, Hans Anders Jacobsen, verður næstformaður. Samanlagt níggju limir úr Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu eru valdir í stýrið fyri samstarvið um eldraøkið

Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjár, týsdagin 28. januar, skipaði stýrið fyri Roðan seg (Mynd: runavik.fo)

Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjár, týsdagin 28. januar, skipaði stýrið fyri Roðan seg (Mynd: runavik.fo)

2025-01-29 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjár, týsdagin 28. januar, skipaði stýrið seg. Teir níggju limirnir eru limir í bý-og bygdaráðunum í trimum ymiskum kommunum.

Talan er um Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu, sum eru saman um eldraøkið millum hesar tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin 

Tað er greitt, at Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum formaður. Hans Anders Jacobsen, nýggjur borgarstjóri í Sjóvar kommunu, verður næstformaður í setuni, sum sjøtul nú er settur á.

Fyri Sjóvar kommunu: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri

Drós Ellingsgaard
Fyri Nes kommunu:Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Elin á Torkilsheyggi
Fyri Runavíkar kommunu:Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Sigrun Jónsveinsdóttir

Jógvan Andersen

Arnfinn Langgaard

Johan Vest

Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeið

Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála.

Kelda: runavik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder