Innanlands

Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum formaður

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er nýggj næstforkvinna. Per Martin Gregersen úr Eysturkommunu heldur fram sum formaður í KAF

Tórbjørn Jacobsen (Savnsmynd)

Tórbjørn Jacobsen (Savnsmynd)

2025-01-10 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allir teir 29 nýggju borgarstjórarnir hittust í morgun á fyrsta fundinum í Kommunufelagnum.

Greitt er, at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur fram sum formaður. Nýggj næstforkvinna er Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Hini í formansskapinum eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

Avgjørt varð eisini, at Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur fram sum formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Har verður Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu næstformaður og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, nevndarlimur.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, verður forkvinna í nevndini fyri Barnaverndarstovuna. Afturat henni eru Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu sum næstformaður, og Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, nevndarlimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder