2019-08-17 19:30
Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður og núverandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu, stillar upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval.
Tað váttar valnevndin fyri Kringvarpinum í dag.
Umframt fleiri ár í løgtinginum, hevur Tórbjørn Jacobsen eisini sitið sum fólkatingsmaður og landsstýrismaður í bæði mentamálum og fiskivinnumálum.
Í 2011 fór hann úr landspolitikki og fór at starvast sum havnameistari í Runavíkar kommunu, har hann seinni eisini bleiv borgarstjóri.
Av teimum níggju flokkunum, sum stilla upp til løgtingsvalið hevur Tjóðveldi størsta valevnislistan. 34 valevni stilla nevniliga upp á tjóðveldislistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald