Innanlands

Tórbjørn Jacobsen vil halda fram sum borgarstjóri

Verður hann valdur á ting, fer hann at biðja Runavíkar kommunu um loyvi at sita í báðum sessum tað sum eftir er av kommunala valskeiðnum, sigur hann

Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Tórbjørn Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-18 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð váttað, at Tórbjørn Jacobsen ætlar sær aftur í løgtingið aftaná átta ár, men kortini ætlar hann ikki at gevast sum borgarstjóri.

Tórbjørn Jacobsen hevur verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu síðan januar 2016, og skuldi hann verið valdur á løgting um tvær vikur, ætlar hann at sita í báðum sessum tað sum eftir er av kommunala valskeiðnum, um býráðið loyvir tí.

Tað skrivar hann í dagføring á Facebook.

Tað var Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum heitti á hann um at stilla upp til løgtingsvalið, og hann heldur eisini, at Tjóðveldi hevur brúk fyri løgtingsumboðum úr Eysturoynni, tí tað hevur flokkurin ikki havt, síðan hann gavst í 2011.

- Oyggin hevur sum er onga megi í landspolitiska geiranum. Tjóðveldisflokkurin hevur onki umboð havt í 8 ár á tingi, og nú er løtan komin hartil, at oyggin fær sín rímiliga part av landsins íløgufæi tey næstu árini, skrivar Tórbjørn Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder