2020-10-24 13:41
Sunnukvøldið 25. oktober klokkan 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Tað er Torbjørn Olsen, listamaður, ið sýnir fram.
Í sambandi við framsýningina verður eisini tónlist á skránni. Tað er Kvinnukór Glyvra kirkju, ið fer at framføra.
Myndirnar hjá Torbjørn Olsen fevna víða, hvat myndevnum viðvíkur. Býarlív og landslag verða lýst. Listamanninum hóvar eisini væl at mála frásagnir úr Halgubók og andlitsmyndir.
Í listaliga myndaframburði hansara er ein eyðsýndur sansur fyri flatum og sterkum og reinum litum. Harafturat spælir ljósið ein týðandi leiklut.
Millum høvuðsverk hansara telist altartalvan í Haldórsvíkar kirkju, sum ímyndar hina heilagu kvøldmáltíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald