Innanlands

Tordis Dam Johannesen nýggjur leiðari í Alvalon

Námsfrøðingurin við leiðsluútbúgving úr Sandavági byrjar í starvinum mánadagin. Dagstovnurin í Sørvági hevur í løtuni yvir 100 børn

Tordis Dam Johannesen er úr Sandavági og hevur áður starvast á stovninum (Mynd: Sørvágs kommuna)

Tordis Dam Johannesen er úr Sandavági og hevur áður starvast á stovninum (Mynd: Sørvágs kommuna)

2022-05-05 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagtovnurin Alvalon í Sørvági hevur nú fingið nýggjan leiðara.

Sørvágs kommuna skrivar á sínari Facebook síðu sínari, at Tordis Dam Johannesen úr Sandavági er sett sum nýggjur leiðari í Alvalon.

Um útbúgving og starvsroyndir hjá nýggja leiðaranum skrivar kommunan, at Tordis hevur námsfrøðiliga útbúgving frá Hjørring Seminarium og hevur tikið skeið í leiðslu og B.A. í námsfrøði. Hon hevur áður starvast í Alvalon í tíggju ár, millum annað sum varaleiðari. Eisini hevur Tordis Dam Johannesen starvast í dagstovnaøkinum hjá Vága kommunu.

- Sostatt hava vit fingið ein leiðara við drúgvum námsfrøðiligum royndum og leiðsluroyndum, eins og hon kennir bæði stovnin og flestu starvsfólkini. Fyrsti arbeiðsdagur hennara verður mánadagin 9. mai.

Í løtuni eru yvir 100 børn í Alvalon. Talið verður 92 eftir summarfrítíðina, upplýsir Sørvágs kommuna
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder