
Hann er millum annað kendur fyri útarpssendingina "Við Tórði á túri", har hann seinastu mongu árini hevur ferðast runt Føroya land og vitjað nógv støð við upptøkutólunum og fingið forkunnugar frásagnir.
Í gjár varð toftamaðurin heiðraður, tá Kristiligt Lurtara og hyggjarafelag hevði ársaðalfund í Missiónshúsinum í Hvalvík.
- Vit í Kristiligt Lurtara og hyggjarafelag ynskja at vísa viðring fyri góðar og sømuligar sendingar hjá Kringvarpinum. Í ár var tað Tórur Mikkelsen, sum varð valdur...Tórur er sera dunaligur at gera sendingar í eygnahædd, og á hansara serstaka máta gera sendingar fólksligar.
Tað vóru fylgjarar hjá felagnum á Facebook, ið høvdu avgjørt, at raportarin hjá Kringvarpi Føroya skuldi fáa herðaklappið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald