Innanlands

Torført á ein øðrvísi hátt at vera ungur í dag

Næmingar á Brúnni eftirskúlanum í Skálavík og Skovbo eftirskúla í Danmark framføra leik um vikuskiftið

2022-11-16 22:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, eru 19 næmingar í løtuni í holt við at menna og snikka saman eina leiksýning, ið ber heiti: 

Tað er torført á ein øðrvísi hátt, at vera ungur í dag… Í Føroyum… Í Danmark… MEN VIT VILJA SO FEGIN EYDNAST.

Hetta er heitið á eini leiksýning, sum í løtuni verður snikkað saman av 11 næmingum á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og 8 næmingum úr Skovbo efterkole í Danmark. Á báðum skúlum hava tey arbeitt við ungdómsmentan í 2022 og hava tey skrivað ráðar tekstir. Úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst tvær ferð í Føroyum og tvær ferð í Danmark. 

Ungdómsmentan er á ein hátt global. Bæði í Skálavík (Føroyum) og í Slimminge (Danmark) hevur man fartelefonir, sveimar á sosialu miðlunum og upplivir at tað kanska ikki bert er torført - men ofta torført á ein annan hátt, at vera ungur í dagsins samfelag. Hinvegin er ungdómsmentan eisini lokal. Tað eru óiva økir, har føroysk og donsk ung uppliva ungdómslívið ymiskt.

Sýningin verður gjørd frá grundini og verður sermerkt av autentiskum ungdóms málburði.

Sýningarnar eru ókeypis og vera leygardagin 19. november klokkan 19 á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, og sunnudagin 20. november klokkan 19 verður sýningin í City Church í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder