Innanlands

Torført at forsvara koronuavmarkingar longur

Logikkurin byrjar at fara og fólk eru so æviga troytt av hesum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-08 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur torført við at forsvara koronuavmarkingarnar. Tað segði hann við útvarpið í kvøld.

- Eg haldi ikki vit skulu gera hetta ein dag meira enn tað kemur meining. Tí at logikkurin byrjar at fara og fólk eru æviga troytt av hesum. Og tað verður ringt at blíva við, við hesum her, um ikki okkurt álvarsligt hendir við einum varianti, sum er nógv farligari enn tann sum er nú.

- So her skal ein broyting til, tað er eingin ivi um tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann hyggur ikki longur eftir dagligu smittutølunum, men sigur við útvarpið, at tað er talið á innleggingum, sum hevur nakað at siga. 

Hóast metnógvar tilburðir seinastu dagarnar, er talið enn als ikki alarmerandi. Fimm fólk eru innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum, men tvey av teimum eru innløgd av koronu. Hini trý eru innløgd av aðrari orsøk, men eru testað positiv við koronu.

- Eg haldi at farsóttarnevndin skal koma við nøkrum boðum uppá hvussu vit fyrihalda okkum. Eg taki ikki avgerð um hetta, men eg hyggi bara eftir hvørja orku vit brúka í okkara sjúkrahúsverki til testingar. Vit mugu til at meta um, hvussu nógv vit brúka uppá hetta her, og um vit taka resursir frá øðrum diagnosum. Tað kjakið má í gongd nú, heldur landsstýrismaðurin.

Kaj Leo Holm Johannesen nevnir koronupass og test við landamørkini sum nakað, farsóttarnevndin eigur at hyggja eftir.

Les eisini: Bjarni Kárason Petersen: Koronupassið hevur dumpað so dyggiliga

Les eisini: Koronapass: Løgmaður bíðar eftir farsóttarnevndini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder