- Í fólkaskúlanum vóru vit umleið fimm gentur og tjúgu dreingir. Eg spældi bara ið genturnar og kendi meg eisini sinnisliga sum eina gentu. Tað var rúm fyri mínum einstøðisleika, kreativiteti og sangi hjá gentunum, sigur Sigmundur Tróndheim í langari grein við DR.dk.
Sigmundur Tróndheim gjørdust kendur í Danmark fyrr í ár, tá hann luttók í X-factor. Sigmundur, sum er hálvur føroyingur, er samkyndur, og LGBT-Danmark vísti á, at foreldrini hjá honum vóru bestu fyrimyndirnar hjá foreldrum, sum høvdu samkynd børn.
Sigmund kemur úr Sirvad í Vestur Jútlandi, sum er ein lítil býur eftir donskum samanhangi, og hann sigur at tað var ikki altíð lætt at vera ørvísi har.
- Nøkur av mínum ringastu minnum eru, tá fólk spreiddu sleyg um meg. Tað vóru søgur um sex, at eg var samkyndur og hvørjum eg gekk saman við. Tað byrjaði, tá eg var um 10-11 ár. Eg gjørdist veruliga keddur av hesum. Serliga tí eg eisini sjálvur bardist við at viðurkenna, at eg var samkyndur, greiðir Sigmundur Tróndheim frá í greinini.
Seinastu vikurnar hevur sending verið send á DR, har fylgt verður við Sigmundi og hann greiðir frá lívi sínum. Hann viðger millum annað, hvussu tað er at vera krisitn og samkyndur, og stríðið hjá honum við seg sjálvan um, at ikki kenna seg sum part av kirkuni.
- Tá eg eri í kirkju og lurti eftir presti, kenni eg meg altíð illa, greiðir hann frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald