2020-02-06 17:03
Tá ið Ólavur Hátún í 2018 varð jarðaður, høvdu fólk høvi at lata eina peningagávu til eitt listaverk, sum skuldi latast nýggja skúlanum við Landavegin.
Hetta listaverkið varð í dag avdúkað í Hátúni. Tað var einkjan eftir Ólav Hátún, Ása Hátún, sum avdúkaði listaverkið og hugleiddi um tíðina undan og beint eftir, at tónleikurin fekk skipaðar karmar í áttatiárunum. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Tað er listakvinnan Guðrið Poulsen, sum hevur tilevnaðlistaverkið, og hon greiddi frá tí í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald