2025-04-07 16:58

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu verður hesa vikuna burturstaddur í kommunalum arbeiðsørindum, og tí verður Tóri Højgaard virkandi borgarstjóri, boðar kommunan frá.
Tóri Højgaard er varaborgarstjóri og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og næstformaður í fíggjarnevndini í kommununi.
Hann var fyrstu ferð valdur í býráðið í Runavíkar kommunu í 2020 við 123 atkvøðum á lista A, og á valinum í 2024 fekk hann 158 atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald