Tormóður Petursson Djurhuus kom í gjár út við nýggjum staklagi, sum er tað triðja í røðini.
Eitt sorgblítt og melodiskt lag, har ljóðføri og vokalur samstarva væl, sigur Tormóður um lagið, sum eitur Fire in My Flame.
Lagið minnir eitt sindur um fyrsta lagið hjá Tormóði, “We Both Know”, sum kom út í januarmánað.
Í summar gav hann út lagið Aphrodite or Medusa, sum er eitt sindur meira lívligur sangur.
Tormóður Petursson Djurhuus her á Voxbotn í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Benjamin Djurhuus á bass, guitar, keys, og hevur framleitt og miksað. Jónas Gaard á guitar og bakgrundsvokalum, og hevur verið við til at arrangera. Filip Zachariassen á lap steel og guitar, og sum hevur verið við til at arrangera. Harald Fonsdal Johannesen á trummum. Oli Poulsen, ið hevur mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald