Mentan

Torradagar byrja í dag

Hesa vikuna eru Torradagar aftur á skrá í Klaksvík, og skráin í ár er aftur sera fjøllbroytt

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2020-02-17 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vælvitjaða, og afturvendandi, tiltakið Torradagar byrjar í dag, 17. februar og varar til 23. februar. Skráin í ár er aftur sera fjølbroytt.

Fleiri ymiskar frásagnir vera á skránni. Eitt nú fer Óli Jacobsen at siga frá, um tá ið Sigert í Kirkjubø var á ferð í Sibiria. Aðrar frásagnir vera eisini frá m.a. Njál Djurhuus, sum greiðir frá áhugaverdu lívsleið síni, Jógvan Arge greiðir frá ferðini við Karin K til Eysturgrønlands í 1959 og Kári P. Højgaard greiðir frá útróðri við maskinbáti og umstøðum í Ravnoynni í 1969.

Sjóneyka verður eisini sett á veðurlagsbroytingarnar kring Arktis, har myndir og frásagnir frá myndamanninum, Chritoph Ruhsam, og frágreiðing frá Wolfgang Schoner, professara, fara at lýsa støðuna. Somuleiðis fer Bill Justinussen, løgtingslimur, at greiða frá fundum um Arktis, sum hann hevur verið við til umvegis Norðurlendska politiska arbeiðið.

Øll skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder