2022-02-05 15:30
Nú stundar Torratíðin til, og verða Torradagar í Klaksvík aftur á skrá. Dagarnir verða hildnir í Klaksvík frá mánadegnum 21. februar til 26. februar, boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðuni.
Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag, har serfrøðingar greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.
Nærri kunning um skránna kemur seinni, skrivar kommunan.
Í fjør vóru Torradagar avlýstir orsakað av koronustøðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald