Innanlands

Torradagarnir avlýstir

Tað er orsakað av ivasamu koronagongdini og vandanum fyri, at nýggja virusfrábrigdi kann verða til staðar í februar, at tað ikki verður mett at vera ráðiligt at hava slíkt stórt tiltak

Vanliga savnast nógv fólk til pallborðsfund og annað í Miðhøllini á Skúlatrøð, tá Torradagar eru (Mynd: Kiran Jóananesarson)

Vanliga savnast nógv fólk til pallborðsfund og annað í Miðhøllini á Skúlatrøð, tá Torradagar eru (Mynd: Kiran Jóananesarson)

2021-01-07 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá ið gongdin við koronu er so ivasom, og tað sambært landslæknanum í ringasta føri kann verða vitjan av nýggja virusfrábrigdinum, so er avgerð tikin um, at Torradagarnir, sum skuldu vera 15. – 21. februar, ikki verða á skrá í ár.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommunu á heimasíðu sínari.

Árliga tiltakið í Klakvík setur sjóneykuna á fiskivinnua, og tað hevur ofta verið fullsett í Smæruni og Miðhøllini á Skúlatrøð, sum kunnu sigast at vera høvuðspallarnir á Torradøgunum, umframt at nógv fólk vanliga eru til ymsu tiltøkini runt í býnum. Millum annað er ein heisukafé á hvørjum ári á Klaksvíkar Sjúkrahús

Slíkt letur seg gera undir verandi umstøðum:

- Tá ið talan er um so stórt tiltak, sum krevur stóra fyrireiking, og tað strekkir seg yvir eina heila viku, har tað í fleiri førum er trongligt inni vegna nógvu vitjandi til tiltøkini, verður mett skilabest at útseta Torradagarnar til 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder