Mentan

Tórsfest: Hetta er ikki nóg gott

Eingin kvinna er á plakatuni hjá Tórsfest 2024, og fyriskipararnir ásanna nú, at tað ikki er nóg gott

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-09 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hava atfinningar verið um, at eingin kvinna er á plakatuni hjá Tórsfest, sum verður í Vágsbotni fríggjadagin 26. juni.

Og fyriskipararnri ásanna nú, at hetta er ikki nóg gott, og at tað verður tikið við í eftirmetingarnar fyri í konsertdagin.

- Tað hevur verið nógv umrøða um ójøvnu kynsumboðanina á Tórsfest 2024. Vit ásanna, at hettar er ikki nóg gott.

- Vit taka fegin ímóti øllum góðum hugskotum, ráðum og atfinningum, og hetta verður tikið við, tá vit eftirmeta Tórsfest 2024, siga fyriskipararnir.

Lagt verður afturat, at kvinnuligir tónleikarar til Tórsfest 2025 longu eru bílagdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder