2020-08-05 18:20
Spælistøðini Reinsaríið, Perlan og Aulan í Finsen taka nú avleiðingarnar av, at koronavirus aftur finst millum føroyingar.
Torsgøta, sum er felagsheiti fyri hesi mentanarstøðini boðar í dag frá, at øll almennu tiltøkini komandi tvær vikurnar eru avlýst.
Hetta rakar eina fotoframsýning, sum hevur staðið uppi í Auluni og fleiri ætlaðar tónleikaframførslur í Reinsarínum, eitt nú ein konsert við operasangarinnuni Biritu Poulsen saman við gittarleikaranum Ólavi Jakobsen og ein konsert við trubadurinum Hanus G. Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald