Innanlands

Tórsgøta: Konsertirnar við Marius Ziska útsettar til í februar

Ístaðin fer hann at framføra á Reinsarínum 5. februar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-12-27 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og vanligt, skuldi Marius Ziska enda tónleikaárið á Reinsarínum. Ætlanin var, hann skuldi hava tvær konsertir mikukvøldið 29. desember, men hesar konsertirnar eru nú útsettar.

Hetta boðar Tórsgøta frá í dag.

Konsertirnar vera ístaðin 5. februar - ávíkavist klokkan 19 og 22. Í hesum sambandi ber til at nýta somu atgongumerki ella fáa endurgjald.

- Tit, ið hava atgongumerki til konsertina 29. desembur kl. 18, hava atgongumerki til konsertina 5. februar kl. 19. Og tit, sum hava atgongumerki til konsertina 29. desembur kl. 21, hava atgongumerki til konsertina 5. februar kl. 22. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder