Tórshavn Film Festival – TÓFF – 2020, verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 12. – 16. februar.
Á Tórshavn Film Festival, sum er stuðlaður av Tórshavnar kommunu og Runavíkar kommunu, verða vístir nýggir norðurlendskir filmar. Har verður orðaskifti, heiðurslønir verða lætnar, og tónleikur verður framførdur.
Á TÓFF verða vístir fleiri filmar, har serliga ungdómurin verður lýstur. Filmar, sum siga okkum sterkar og persónligar søgur. Filmar, sum á ymsan hátt lýsa tað at vera ungur í Norðurlondum í dag, skrivar Tórshavnar kommuna.
Harumframt eru eisini fleiri tiltøk í skránni, sum varpa ljós á gongdina í filmsframleiðslu – frá tí fyrsta skapandi hugskotinum til tað tvørfagliga samstarvið. Tað verða tiltøk fyi tey, sum arbeiða við filmi og tey, sum elska at hyggja at filmi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald