2024-06-09 10:34
Í dag klokkan 13 verður startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon latið í Vágsbotni, og í sambandi við maratonrenningina, eru fleiri vegir og tunlar stongdir, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Hetta hevur m.a. við sær, at Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir frá klokkan 13 til 18, og at eingin bilur sleppur við Ternuni til Nólsoyar klokkan 16.20. Fólk, sum skulu við tyrluni, mugu seta bilin uppi við Óðinshædd.
Les eisini: Tórshavn Marathon fyri tjúgundu ferð
Á kortunum niðanfyri sæst, nær vegirnir eru stongdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald