Tórshavnar kommuna arbeiðir við tankanum um at innlima Sandoynna í høvuðsstaðarkommununa.
Hetta framgongur av einum tíðindastubba á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu í dag.
Tað framgongur ikki í greinini, um talan er um eina ítøkiliga ætlan, tí greinin er skrivað sum hugleiðingar hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen.
Her verður sagt, at nú tað skjótt verður koyrandi millum Sandoynna og Suðurstreymoy, so er áhugi fyri at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið.
Heðin Mortensen ger tó greitt, at talan ikki verður um at leggja fleiri kommunur afturat Havnini fyrr enn borgararnir eru spurdir eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald