
Stóra altjóða ráðstevnan hjá City Destinations Alliance er ein tann mest umráðandi ráðstevnan fyri tey, ið arbeiða við menning og marknaðarføring av býarferðavinnu í sínari heild.
- Stórur eftirspurningur hevur verið frá limalondunum í City Destinations Alliance at sleppa til Føroyar á ráðstevnu, og eru vit fegin um, at vit av álvara eru komin á banan sum eitt eitt forvitnsligt stað at hava ráðstevnur, sigur Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn.
Visit Tórshavn er limur hjá City Destinations Alliance, og hevur vunnið ráðstevnuna í samstarvi við Visit Faroe Islands og GreenGate Incoming, sum fer at taka sær av at skipa fyri ráðstevnuni.
Hetta er fyrstu ferð at Føroyar eru vertir fyri hesari ráðstevnu, og væntað verður, at gott 200 luttakarar, harímillum ferðamálsstjórar, marknaðarfólk, menningarfólk v.fl., frá evropeiskum høvuðsstøðum og størri býum luttaka. Sambært Tordis K. á Rógvi Biskopstø, er tað týdningarmikið, at ein tílík ráðstevna kemur til Føroya, tí við hesari ráðstevnuni fáa vit víst okkum sum ráðstevnubý millum aðrar evropeiskar býir, og ikki minst víst á, hvussu vit sum ferðamál arbeiða við burðardygd, menning og nýhugsan.
Tema til ráðstevnuna í Havn eru enn ikki avdúkað, men hálvárliga ráðstevnan snýr seg vanliga um alt frá ferðamálsmenning, vinnuferðavinnu, burðardygd, marknaðarføring, trivnað, slóðbrótandi tøkni og nýggjastu altjóða gransking, ið hevur við ferðavinnu, ferðamál og menning at gera.
Seinastu árini hevur ráðstevnan verið í Valencia, Brugge og Bologna. Fyrra ráðstevnan í ár verður í apríl í Budapest, har umboð fyri Visit Tórshavn luttaka til eina størri avdúking um ráðstevnuna, ið verður í Havn.
Tað er aðru ferð nakrantíð, at hendan ráðstevnan verður um okkara leiðir. Ráðstevnan verður í Havn tann 30. septembur til 2. oktobur 2025.
Bæði limir og ikki limir fáa høvi at melda seg til ráðstevnuna í næstum.
Um City Destinations Alliance
City Destinations Alliance hevur 125 limir, ið umboða ferðamál úr øllum Europa – flestu høvuðsstaðirnir í Europa, eins og fleiri stórbýir, eru limir. Har flestu aðrir felagsskapir av hesum slag hava fokus á eitt øki, arbeiðir City Destinations Alliance, sum tann einasti, við bæði frítíðarferðavinnu (leisure), vinnuferðavinnu og býarmarknaðarføring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald