Tórshavnar býráð felti á býráðsfundi í gjár eitt uppskot hjá Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum um at lækka kommunuskattaprosentið úr 19 prosentum í 18,75 prosent næsta ár.
Uppskotið hevði kostað kommununi 14,5 milliónir krónur, og skuldi fíggjast við at lækka raksturin hjá kommununi.
Uppskotið fall við fimm atkvøðum fyri, seks atkvøðum ímóti, og tveimum blonkum atkvøðum.
Fyri atkvøddu Birgir Nielsen, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk og Annfinn Brekkstein, og ímóti atkvøddu Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Elsa Berg, Gunvør Balle, Jákup Dam, og Annika Olsen.
Súsanna Olsen og Birita Baldvinsdóttir Iversen, sum var á fundinum fyri Bjørg Dam, sum ikki fekk møtt, atkvøddu blankt.
Birgir Nielsen sigur seg harmast um, at uppskotið fall.
- Fleiri uppliva ovurhondsstóran prísvøkstur á eitt nú matvørur og rentum síðstu árini. Tí haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit sum býráðslimir gera ítøkilig tiltøk, sum lætta um hjá okkara borgarum, sigur hann í lesarabrævi.
- Eg haldi, at borgararnir í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betri, og tí harmist eg nógv um, at uppskotið fall.
Birgir Nielsen legði sama uppskot fram í 2022 – tá við lækking á 0,5 prosent, men uppskotið fall.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald