Innanlands

Tórshavnar býráð sent Løgtinginum mótmælisskriv

– Ein samd havnanevnd og eitt samt býráð góðtekur ikki, at Tórshavnar havn skal veita eina tænastu, sum víkir frá avtaluni millum Strandferðsluna og Tórshavnar havn, sigur býráðið, sum mótmælir ætlanini um at strika havnargjøld, brúgvagjøld og vørugjøld fyri skip og bátar hjá Strandferðsluni.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-16 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð hevur sent løgtinginum eitt mótmælisskriv, har býráðið mótmælir uppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob vestergaard um at strika havnargjøld, brúgvagjøld og vørugjøld fyri skip og bátar hjá Strandfaraskipum Landsins frá 1. januar.

Tað var mánadagin, at býráðið varð kallað inn til eyka býráðsfund at viðgera uppskotið, og býráðið samtykti einmælt at mótmæla ætlanini.

Býráðið hevur víst á, at um Tórshavnar havn missir rættin at krevja havnagjøld frá Strandfaraskipum Landsins, fer tað at kosta havnini um sjey milliónir krónur árliga.

Í mótmælisskrivinum sigur býráðið, at Tórshavnar Havn fleiri ferðir er útbygd og umbygd, síðan hon varð sett á stovn í 1929, og er hædd tikin fyri, at umstøðurnar hjá rutubátum og seinni Strandfaraskipum Landsins skulu vera so góðar sum gjørligt.

Tórshavnar havn hevur inntøkur av skipunum, men inntøkurnar fara til røkt, tænastur og til at gjalda lánið fyri útbyggingarnar, sigur býráðið, sum ikki góðtekur, at Tórshavnar havn skal veita eina tænastu, sum víkir frá avtaluni millum Strandferðsluna og Tórshavnar havn.

Uppskotið um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald fer til 1. viðgerð í Løgtinginum 20. oktober.

Mótmælisskrivið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder