Fyrstu stigini fyri at kunna veita skipinum, sum koma at bryggju í Tórshavnar havn landstreym, verða nú tikin.
Á nýggju Eystaru bryggju verða leidningar lagdir í sjálva bryggjuna. Hetta er ein liður í arbeiðinum at framtíðartryggja landstreym. Hesum boðar Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráði frá í tíðindaskrivi í dag.
- Sum formaður í Vinnunevndini fegnist eg um, at vit nú taka fyrstu stigini, sum kunnu tryggja okkum landstreym, sigur hann í tíðindaskrivinum.
Bogi Andreasen sigur, at á eyka vinnunevndarfundi í dag og síðani á eyka býráðsfundi í kvøld verður eftir ætlan endaliga loyvið samtykt til, at Tórshavnar havn kann taka eyka lán á 1,7 milliónir krónur til at leggja leidningar, so møguleikarnir verða betri fyri at leggja landstryem í framtíðini.
- Á fyrstkomandi vinnunevndarfundi fara vit eisini at umrøða fyrstu fyrireikingar til landstreym í Kollafirði og á Sundi, sigur Bogi Andreasen formaður í vinnunevndini.
Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald