Innanlands

Tórshavnar kommuna: 250.000 krónur í umhvørvisstuðli tøkar at søkja

Í ár leggur kommunan serligan dent á verkætlanir, sum snúgva seg um burðardygga matnýtslu og matframleiðslu – Freistin at søkja er 31. mars, og 125.000 krónur er størsta upphæddin, ein einstakur umsøkjari kann fáa játtað

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-21 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Gongur tú við einum hugskoti til eina verkætlan, ið kann hjálpa okkum at minka um okkara matoyðsl? So kanst tú nú søkja kommununa um umhvørvisstuðul.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna, sum letur tilsamans 250.000 krónur í umhvørvisstuðli í 2022.

Í ár leggur kommunan serligan dent á verkætlanir, sum snúgva seg um burðardygga matnýtslu og matframleiðslu. Bæði verkætlanir, sum hava til endamáls at kunna um trupulleikan við matoyðsli, og verkætlanir, sum beinleiðis eru við til at minka um matoyðsl, kunnu koma upp á tal at fáa stuðul.

Umsóknarfreistin er 31. mars, og vikuna eftir hetta mugu umsøkjarar vera tøkir at halda eina munnliga framløgu fyri at greiða nærri frá sínum verkætlanum, skrivar kommunan.

Umhvørvisvikan verður í ár í døgunum 30. apríl til 7. mai, og á temakvøldinum 4. mai verður kunngjørt, hvørji hava fingið Umhvørvisstuðul.

125.000 krónur er størsta upphæddin, ein einstakur umsøkjari kann fáa játtað.

Meira kunning um umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar kommunu fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder