Innanlands

Tórshavnar kommuna ætlar at keypa Kondittaríið

Ætlanin er at endurbøta bygningin, so at bygningurin aftur gert eitt savningarstað í miðbýnum, sigur kommunan – Eigarin av Kondittarínum hevur bjóðað kommununi at keypa bygningin fyri 5,95 milliónir krónur, og keypið skal viðgerast á býráðsfundi 27. mars

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-03-25 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mitt í hjartanum av miðbýnum í Havn liggur gamla Kondittaríið, sum lat upp í 1925. Ein býarmynd tey flestu kenna, og sum fleiri hava vitjað gjøgnum tíðina. Men eyðkendi bygningurin er í ringum standi, og ætlanin var annars at taka bygningin niður. Tórshavnar kommuna ætlar nú at keypa bygningin og seta hann í stand.

– Tað er umráðandi fyri okkum, at vit varðveita og hjúkla um søguna, mentanina og dámin í miðbýnum. Býurin er gamal, men ansa vit okkum ikki, hvørvir søgan skjótt. Við hesum tryggja vit, at tey hugnaligu, eldru og smáu húsini í okkara gongugøtu verða varðveitt, og tað fegnist eg um. - Elsa Berg, borgarstjóri.

Húsini, sum vit kenna sum Kondittaríið, vóru upprunaliga eini sethús, sum Frants Restorff keypti fyri 5.000 krónur í 1915. Nøkur ár seinni - í 1925 - lat Kristina Restorff Restorffs kondittarí upp á "Glade Hjørn".

Síðani hava nógv fólk hava gingið gjøgnum eyðkendu hurðina við høvuðsinngongdina og inn á gólvið á Kondittarínum – eitt stað at hittast og práta um leyst og fast. Síðani er virksemið í bygninginum broytt, og seinast hevur ein klædnahandil hildið til í húsinum.

Umframt at endurbøta bygningin, er ætlanin at varðveita skapið av mønutekjuni og at varðveita úthurðina. Neyðugt er eisini at skifta klimaskerm, vindeygu og at skifta klædning. Ein partur av útbygninginum stendur inni á grannamatriklinum, og verður tí neyðugt at taka útbygningin niður, skrivar Tórshavnar kommuna.

Eigarin av Kondittarínum hevur bjóðað kommununi at keypa bygningin fyri 5,95 milliónir krónur. íroknað m.a. niðurtøku av uppíbygningi og høvuðsumvæling av klimaskerminum.

Keypið av Kondittarínum skal viðgerast á komandi býráðsfundi 27. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder