Tað byrjaði við at Frihedsbrevet.fo hevði eina grein um øll arbeiðini, sum byggifyritøkan Articon ger hjá Tórshavnar kommunu, og sum ikki verða boðin út.
Byggifyritøkan hevur upp á tvey ár gjørt arbeiði uttan um útboð fyri 400 milliónir krónur.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur seg í greinini vilja hyggja eftir málinum.
- Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum diktera val og frával. Tað er í øllum førum tað inntrykkið, eg standi við”, sigur Bjarni Kárason Petersen við Frihedsbrevet.
Men í grein á in.fo verður hann endurgivin fyri at siga,, at persónlig sambond leska Articon.
Nú logar á borgarstjóraskrivstovuni, og borgarstjórin Heðin Mortensen vil ikki finna seg í, at landsstýrismaðurin ákærir Tórshavnar kommunu fyri mutur. Borgarstjórin vil hava Bjarna Kárason Petersen at koma við eini frágreiðing, og vil eisini hava eina umbering.
- Hetta eru tí sera álvarsligar skuldsetingar, ið verða bygdar á eitt úttalilsi frá landsstýrismanninum í lógarmálum. Hetta er ein beinleiðis insinuering, um at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.
- Sjálvur veit eg ikki, hvat landsstýrismaðurin sipar til. Tí vænti eg, at landsstýrismaðurin alment kemur við eini frágreiðing, hvat tað er, ið hann sipar til við hesum álvarsligu skuldsetingunum. Ein umbering hevði eisini verið uppá pláss, skrivar Heðin Mortensen.
Men nú vil Løgmálaráðið vera við, at landsstýrismaðurin er skeivt endurgivin.
- Í sambandi við grein í in.fo í dag, vil Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður, vísa aftur, at hann hevur lagt Tórshavnar kommunu undir at hava leskað byggifyritøkuna Articon við uppgávum gjøgnum persónlig sambond.
- Tað, sum landsstýrismaðurin hevur tosað við Frihedsbrevet um, er, at tað er ein generellur trupulleiki við manglandi gjøgnumskygni í kommununum, tá talan er um alment útboð t.d. í sambandi við byggiverkætlanir. Manglandi gjøgnuskygni ger, at illgitingar trívast um slíkar avtalur, sigur Løgmálaráðið.
Landsstýrismaðurin hevur í samrøðuni við Frihedsbrevet hvørki nevnt Tórshavnar kommunu ella byggifyritøkuna Articon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald