Í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá, at 15 dagstovnar ikki fóru at lata upp aftur í dag. Hetta vegna vantandi ruskinnsavnan í sambandi við verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum.
Sí eisini: Nú rakar verkfallið av álvara dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum
- Summir dagstovnar eru ikki raktir. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum økinum verður kunnað um hetta.
Soleiðis skrivaði torshavn.fo í gjár. Nú er greitt, at átta stovnar afturat lata aftur. Sambært heimasíðuni hjá kommununi lata hesir stovnar aftur í dag og lata ikki uppaftur í morgin, fríggjadagin 24. mai. Teir verða stongdir, so leingi rusk ikki verður heintað.
Tað er ein ávísur smittivandi, tá ruskposar og annað eru í einari rúgvu, og høvuðsstaðarkommunan hevur verið í samband við heilsumyndugleikar.
- Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.
Stovnarnir, ið ikki lata uppaftur í morgin, eru:
Býlingshúsið Millum Gilja
Býlingshúsið Inni á Gøtu
Býlingshúsið á Norðasta Horni og Ungdómshúsið í Vesturbýnum
Dagstovnurin á Hamrinum
Dagstovnurin á Argjum
Dagstovnurin í Hoyvík
Dagstovnurin Kura (Vøggustova og barnagarður við Botnánna)
Frítíðarskúlin Smílibýlið
Hesir átta eru lagdir afturat niðanfyristandandi 15, og harvið rakar verkfallið nú dagstovnaøkið og borgarar í størstu kommununi meint:
Lonirnar í Hoydølum
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
Býlingshúsið undir Fjalli
Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)
Spírin í Havnardali
Býlingshúsið á Ternuryggi
Dagstovnurin Fríðriksgarður
Dagstovnurin Sólareygað
Dagstovnurin við Velbastaðvegin
Dagstovnurin í Løkjatúni
Dagstovnurin Lítliskógur
Dagstovnurin Birkilund
Miðstovnurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald