Innanlands

Tórshavnar kommuna byrjað at breiðka vegin framvið Norðurlandahúsið

Arbeiðið inniber, at vegurin smalkar, meðan arbeitt verður, og hámarksferðin verður broytt til 30 km/t

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-04-09 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna er farin undir at breiðka vegin framvið Norðurlandahúsið á Norðara Ringvegi, so pláss verður fyri einari miðbreyt og einum busslumma.

Arbeitt verður í einum borði í senn, og arbeiðið inniber, at vegurin smalkar, meðan arbeitt verður. Somuleiðis verður hámarksferðin broytt til 30 km/t, skrivar kommunan.

Arbeiðið er júst byrjað, og væntast tað at verða liðugt síðst í juli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder