Innanlands

Tórshavnar kommuna: Einki asbest í tekjuni á Miðstovninum

Tað er kortini ætlanin at skifta tekjuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-03-31 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í hesum mánaðinum varð kunnað um, at asbest møguliga var í tekjuni á Miðstovninum í Havn.

Teknologisk Institutt í Danmark hevur nú kannað tekjuna, og einki asbest kann staðfestast, boðar Tórshavnar kommuna frá í morgun.

– Av tí at illgruni var um asbest á Mistovninum, sendi bygningsdeildin hjá Tórshavnar kommunu fyrr í mánaðinum eina roynd til Teknologisk Institutt í Danmark. Kommunan kunnaði tí foreldur um, at tekjan kundi hava asbest í sær. Svar er nú komið uppá ta royndina, og einki asbest kann staðfestast í tekjuni.

Tað er kortini ætlanin at skifta tekjuna, og tað arbeiðið byrjar eftir ætlan seinni í vár, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder