Innanlands

Tórshavnar kommuna fær 1200 búeindir afturat í 2022

Nógvar byggiverkætlanir eru í gerð í høvuðsstaðarkommununi í løtuni, og mett verður, at um 1200 búeindir verða tøkar í 2022

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-12-07 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Fólk vilja búgva í Tórshavnar kommunu. Bara seinastu trý árini eru komin beint oman fyri 1050 fólk aftrat í kommununa. Tí er eisini sera nógv virksemi á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Nógvar búeindir eru í gerð í løtuni, og eisini eru nógvar byggiverkætlanir, sum bíða eftir endaligum loyvi, og ein leyslig meting hjá kommununi vísir, at at verða allar verkætlanir framdar, so verða 1200 búeindir afturat tøkar í 2022.

Eitt nú kann nevnast, at 100 grundøki við Klingurstjørn á Argjum eru byggiklár, og at kommunan hevur gjørt avtalu um at gera 48 privatar leigubústaðir Undir Kongavarða. Samtykt er eisini at selja um 100 grundøki í Dalinum Langa í Hoyvík. Grundøki verða eisini klár í Nólsoy, í Kollafirði og í Kaldbak.

Meira kann lesast her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder