Kommunan setti ymisk tiltøk í verk í summar, nú tey flestu blivu heima í Føroyum alt summarið. Men hóast heystið er her, fara nýggju tilboðini ongan veg.
Talan er um uttandura innbúgv, spøl og listprýðing, sum eggja borgarum at njóta frítíðina í býnum og í náttúruni.
Spæl í miðbýnum
Tvey borðtennisborð eru sett upp í Tinghúsgarðinum. Batt og bóltur til borðtennisborðini eru til láns á Býarbókasavninum. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Ein pinkuvøllur er eisini gjørdur í Tinghúsgarðinum, har til ber at sparka.
Ein kurvabóltskurv er sett upp í Kongagøtu oman fyri Grasagarð.
Á gongugøtuni ber eisini til at lakka paradís.
Grillpláss
Harumframt eru grillir settar í grønum økjunum í kommununi. Grillirnar eru hesi støð:
• Í Havnardali, beint við viðarlundina.
• Við Svartafoss
• Oman fyri Sandagerð
• Í Nólsoy, á fríøkinum mitt í bygdini
• Í Kollafirði, við smábátahavnina
Øll eru vælkomin at grilla. Borgarin tekur sjálvur kol og tendrikubbar við.
Afturat hesum hevur kommunan sett nógv nýggj borð ymsastaðni og eisini beinkir í fríøkjum í kommununi soleiðis, at borgarin kann njóta náttúruna í býnum og kring býin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald