Málið um íbúðirnar undir Kongavarða tykist nú at verða av. Tórshavnar kommuna samtykti í gjár, at 48 íbúðir kunnu byggjast undir Kongavarða á Argjum, meðan hinar 48, ið ætlandi skuldu byggjast har, skulu byggjast millum Horna í Havn. Har eigur kommunan 6.700 fermetrar, ið kunnu nýtast til endamálið.
Eftir mótmæli og hoyringar varð avgjørt, at tvær hæddir skuldu byggjast ístaðin fyri tríggjar, og at talan skuldi verða um 48 íbúðir. Felagið sum skal byggja fær nú møguleikan at byggja hin helmingin av íbúðunum aðrastaðni. Hetta er nú samtykt.
Henda broytingin hevur við sær, at serstøk byggisamtykt ikki er neyðug, og uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið undir Kongavarða tí varð tikið aftur. Hetta skrivar kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald