Innanlands

Tórshavnar kommuna fyllir 156 ár í dag

Fyrsta býarstýri, ið bygdi á fólkarætislig rættindi, tók við 1. januar 1909

2022-02-16 19:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Havnin gjørdist við danskari ríkisdagslóg frá 1866 fyrsta kommuna í Føroyum fyri 156 árum síðan. Harvið fingu vit Tórshavnar borgerrepræsentation – millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess.

Kommunuvalið í 1908 bygdi á nývunnin fólkslig rættindi, har kvinnur og ognarleys í Havn fyri fyrstu ferð fingu høvi at stilla upp og at velja. Hinar kommunurnar bygdu á kommunulógina frá 1872, ið ásetti, at allir stýrislimir skuldu veljast.

Eftir 1900 kom nýggj býráðslóg fyri Havnina og í 1908 fingu kvinnur kommunalan atkvøðurætt í øllum ríkinum. Tá misti fútin fasta kommunala sessin, nú øll vóru fólkaræðisliga vald.

Fyrsta býarstýri, ið bygdi á fólkarætislig rættindi, tók við 1. januar 1909.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder