Mentan

Tórshavnar kommuna: Gakk tær ein túr í náttúruni

Býráðslimir, náttúrufriðingarnevndin, skógfriðingarnevndin, starvsfólk í Tórshavnar kommunu og umboð frá Umhvørvisstovuni vóru seinnapartin í gjár á útferð í nøkrum av grønu økjunum í kommununi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-08-29 09:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ríkar upplivingar bíða øllum borgarum í náttúruni kring Havnina. Nógv grøn øki eru í Tórshavnar kommunu, har øll kunnu ganga túrar í reinum og friðsælum umhvørvi.

Býráðslimir, náttúrufriðingarnevndin, skógfriðingarnevndin, starvsfólk í Tórshavnar kommunu og umboð frá Umhvørvisstovuni hava seinnapartin í gjár verið eina útferð í nøkrum av grønu økjunum í kommununi.

Á túrinum vísti býarskipanardeildin nakrar vakrar náttúrukílar í býnum. Gingið varð túr í Viðarlundini í Havnardali, framvið Sandá og í Djúpagili.

Kommunan hevur seinastu tíðina játtað munandi upphæddir til lendisgøtur – eitt nú í Havnardali og eisini framvið Sandá, har nú ber til at ganga úr Sandagerði og allan vegin framvið ánni niðan til bóndagarðin við Sandá.

Landslagið gevur á ymiskan hátt borgarunum í kommununi atgongd til fjølbroyttar og vakrar náttúruupplivingar - bæði í teirra nærumhvørvi og longri úti í náttúruni.

Eitt kort við øllum almennum gøtum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder