Innanlands

Tórshavnar kommuna: Heilsu- og umsorganartænastan biður um hjálp

– Eldraøkið er eitt av teimum økjunum, sum kann verða kroyst, nú korona av álvara aftur ger um seg í Føroyum. Ein tilbúgving verður tí aftur skipað til røkt á eldraøkinum, sum kann lætta um hjá verandi starvsfólkum, um tørvur verður á tí

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-08 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsu- og umsorganartænastan heitir á heilsustarvsfólk um at bjóða seg fram at vera tøk og at hjálpa á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu.

Tørvur er á hjálp á eldrabústovnum og í heimarøktini, og ynskir Heilsu- og umsorganartænastan eisini at frætta frá fólki, sum ikki eru heilsustarvsfólk.

– Eldraøkið er eitt av teimum økjunum, sum kann verða kroyst, nú korona av álvara aftur ger um seg í Føroyum. Ein tilbúgving verður tí aftur skipað til røkt á eldraøkinum, sum kann lætta um hjá verandi starvsfólkum, um tørvur verður á tí. Vit heita á øll, sum kenna seg før fyri tí, at skráseta seg í sjálvgreiðsluni, soleiðis at Heilsutænastan kann heita á teg, um tørvur verður á tí, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tey sum skráseta seg í tilbúgvingina og verða innkallað til arbeiðis, vera lønt eftir galdandi sáttmálum á økinum.

Meira kunning fæst her.

placeholder
placeholder