2021-02-08 12:37

Frost, kavi og kuldi hevur nú verið í meira enn ein mánað. Nógv hevur tí verið saltað, og hetta fer serliga illa við vegunum.
Hetta er eisini orsøkin til, at har í seinastuni eru komin væl fleiri hol í vegir og gongubreytir enn undir vanligum umstøðum, sigur Tórshavnar kommuna.
Í hesum sambandi heitir kommunan tí á allar borgarar um at koyra varisliga og at nýta Prei-skipanina at boða Rakstrarstøðini frá holum í vegunum, so starvsfólk hjá kommununi verða kunnað og kunnu gera neyðugu ábøtirnar, tá veðrið er til tess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald