
Í gjár varð ein avrikssáttmáli gjørdur millum Tórshavnar kommunu og Felagið Tórshavn.
Felagið Tórshavn er sambært heimasíðuni hjá Visit Tórshavn eitt felag fyri vanligar borgarar og fyri handlar í býnum. Endamálið við felagnum er at skapa upplýsing um býin og virksemið í býnum. Tað er limagjaldið frá teimum, ið eru í felagnum, umframt annar stuðul, ið fíggjar virkseminum hjá Visit Tórshavn.
Visit Tórshavn skal arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu og marknaðarføring, og so skal felagið branda og menna vinnuferðavinnuna í Føroyum. Felagið kunnar harumframt um ferðavinnuna í Tórshavnar kommunu bæði innanlands og úti í heimi.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at í 2021 verður ein nýggjur ferðavinnupolitikkur orðaður, og so verður serligur dentur lagdur á at fáa glið á vinnuferðavinnuna aftur eftir eitt rakár vegna koronu.
Visit Tórshavn fer eisini at leggja seg eftir at skelta í kommununi, og ein ætlan verður eisini gjørd fyri ferðamannaskip, sum koma á havn í Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald