Innanlands

Tórshavnar kommuna hevur yvirtikið Sankta Jósefs

Í avtaluni stendur millum annað, at starvsfólkini halda fram

2025-03-11 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avtalan er gjørd um, at Tórshavnar kommunan yvirtekur stovnin frá 1. mars 2025.

Samstundis bindur kommuna seg at gera ymiskar umvælingar, sum partarnir eru samdir um.

Avtalað er, at starvsfólkini halda fram.

Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á tí, og í juni í fjør góvust nunnurnar í Føroyum, tá Fransiskanarasystraskipanin varð tikin av. Tær hava havt kirkju, dagstovn og skúla í Havn og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey mongu børnini, ið hava verið hjá nunnunum.

Kommunan hevur leingi leigað Sankta Jósefs Barnagarð frá teimum, og nú er avtala gjørd um, at kommunan yvirtekur stovnin.  


Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Anna Rein vegna sjálvsognarstovnin Dagstovn Sankta Jósefs og Elsa Berg, borgarstjóri, skrivaðu undir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder