2021-03-04 18:51

Meira dentur verður í hesum døgum lagdur á, at skilja og endurnýta burturkast á skynsaman hátt.
Tórshavnar kommuna setur eisini ljóskastaran á hetta, og boðar frá at øll kunnu søkja um at fáa lut í upphæddini á 250.000 krónur, sum fer til at skumpa undir arbeiðið at skilja og endurnýta burturkast.
Dømi um verkætlanir kunnu vera skeið ella verkstovur innan endurgerð av burturkasti, tiltøk, sum taka útgangsstøði í at endurnýta lutir ella burturkast, ella kanningar í samband við evni.
Umsóknarfreistin er 15. apríl, skrivar torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald