Innanlands

Tórshavnar kommuna letur 325.000 krónur í umhvørvisstuðli

Í ár letur Tórshavnar kommuna 325.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið virka fyri náttúru og umhvørvi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-03-26 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna letur í ár 325.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum virka fyri náttúru og umhvørvi.

Umsóknir skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið í umhvørvisvikuni. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk, skrivar Tórshavnar kommuna.

Evnið á umhvørvisvikuni í ár er grønur lívsháttur. Tað kann verða alt frá at keypa stuttflutt, at keypa minni, at umvæla meira, at ganga og súkkla til arbeiðis og so framvegis. Endamálið við umhvørvisvikuni er at seta fokus á góðar, umhvørvisligar og burðardyggar vanar.

Grønur lívsháttur leggur seg uppat heimsmálunum nr. 3, 11 og 12 hjá ST fyri burðardyggari menning sum eru; góð heilsa og vælferð, burðardyggir býir og bygdir, ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.

Freistin at søkja um Umhvørvisstuðul er 31. mars. Á umhvørvisvikuni, sum verður í viku 19, verður kunngjørt hvørjar verkætlanir fáa stuðul. Meira kunning um, hvussu ein søkir um stuðul, sæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder