2021-10-20 08:23

Í ár verða aftur størri jólatrø sett upp í bygdunum í Tórshavnar kommunu og øllum býarpartunum í Havn, og sum nakað nýtt kunnu eigarafeløg og grannaløg nú eisini søkja um at fáa eitt jólatræ og ein jólatræsfót at seta upp í grannalagnum til jóla.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Jólatrøini, sum grannaløgini kunnu bíleggja sær, eru umleið 2-3 metrar høg, og til ber at bíleggja grannalagnum jólatræ og jólatræsfót fram til 5. november 2021.
Meira kunning um, hvussu ber til at søkja, og hvørjar treytirnar eru, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald